Fólkavøksturin minkar framvegis

Fólkavøksturin minkar framvegis
250 fólk eru komin aftrat fólkatalinum seinasta árið, men sama tólv mánaða skeið frammanundan løgdust 450 fólk aftrat
1. november búðu 54.648 fólk í Føroyum. 
Mynd: Hagstovan  
 
12.12.2024 - 10:45

Fólkavøksturin minkar framvegis.

Frá november í fjør til november í ár var vøksturin hálvt prosent.

Hann var 0,8 prosent frá november 2022 til november í 2023.

250 fólk komu aftrat fólkatalinum frá november 2023 til november 2024.

Frá 2022 til 2023 komu 450 fólk aftrat.

Fyri fimm árum síðani var vøksturin 800 fólk.

 

 

 

Minni burðaravlop og nettotilflyting

1. november búðu 54.648 fólk í Føroyum. 

Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting gera fólkavøksturin minni. 

Seinast, tá nettoflytingin í einum tólv mánaða skeiði var minni enn burðaravlopið, var fyri tíggju árum síðani, skivar Hagstovan. 

Frá november 2022 til november 2023 vóru 611 børn fødd í Føroyum, og 419 fólk doyðu.

Frá november í fjør til november í ár vóru 559 føðingar og 429 andlát.

Frá november 2022 til november 2023 fluttu 1.816 fólk til Føroya og 1.565 fluttu úr Føroyum.

Frá november í fjør til november í ár fluttu 1.513 fólk til Føroya og 1.393 fluttu úr Føroyum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212