- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elveitingarlógin verður broytt í januar
Elveitingarlógin verður broytt í januar
Elveitingarlógin verður broytt soleiðis, at eitt sølulið kemur inn, sum merkir, at privat kunnu selja til vinnulív og privat
![](https://kringvarp.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mrgit.jpg?itok=Dfo9J2tt)
Margit Stórá, landsstýriskvinna í orkumálum
12.12.2024 - 20:01
Tað siga bæði Margit Stórá, landsstýriskvinna í orkumálum, og Sólvit Nólsø, tingmaður fyri Framsókn.
Ein áseting um sølulið var upprunaliga í uppskotinum til elveitingarlóg, sum var samtykt í vár, men tað var tikið út, áðrenn tað var atkvøtt úr nevnd og samtykt av samgonguni.
Í vár var elveitingarlógin samtykt uttan ásetingina um sølulið, sum annars var ætlanin.
Ásetingin gav privatum loyvi til at selja streym beinleiðis til kundan, treytað av at tey hava keypt tað frá SEV fyrst.
Margit_1
Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, ivast ikki í, at málið verður avgreitt, sum lovað, og søluliðið verður sett inn í elveitingarlógina fyrst í næsta ár.
Solvit_1
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV