Ursula von der Leyen valdmiklasta kvinna

Ursula von der Leyen valdmiklasta kvinna
Triðja árið á rað er eingin kvinna yvir ella við síðuna av Ursulu von der Leyen á listanum hjá Forbes Magazine yvir heimsins valdmiklastu kvinnur
Ursula von der Leyen, ES-forkvinna, er enn sum áður valdmiklasta kvinna í verðini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2024 - 20:00

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, er framvegis heimsins valdmiklasta kvinna.

Tað sigur í øllum førum Forbes Magazine, sum triðja árið á rað hevur hana ovast á listanum yvir 100 tær valdmiklasti kvinnurnar í heiminum.

Næstovast á listanum hjá Forbes Magazine er Christine Lagarde, forseti í Evropeiska Meginbankanum, og triðovast er italski stjórnarleiðarin Giorgia Meloni.

Merkisvert er, at Kamala Harris, sum tapti amerikanska forsetavalið, var triðovast í fjør, men als ikki er á listanum í ár.

Av øðrum kendum kvinnum, sum teljast millum 100 tær valdmiklastu í verðini, kunnu nevnast Taylor Swift á 23. plássi, Oprah Winfrey á 33. plássi, Mette Frederiksen, sum er nummar 78, og íslendski forsetin Halla Tómasdóttir, sum er nummar 93 á listanum.

 

Heimsins 10 valdmiklastu kvinnur sambært Forbes Magazine
 
1. Ursula von der Leyen, 66 ár (Belgia), politikkur
2. Christine Lagarde, 68 ár (Týskland), politikkur
3. Giorgia Meloni, 47 ár (Italia), politikkur
4. Claudia Sheinbaum, 62 ár (Meksiko), politikkur
5. Mary Barra, 62 ár (USA), vinnulív
6. Abigail Johnson, 62 ár (USA), fíggjarmál
7. Julie Sweet, 57 ár (USA), vinnulív
8. Melinda French Gates, 60 ár (USA), góðgerðarsemi
9. MacKenzie Scott, 54 ár (USA), góðgerðarsemi
10. Jane Fraser, 57 ár (USA), fíggjarmál
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212