Seinna byggistig boðið út

Seinna byggistig boðið út
Útboðið hjá Landsverki í sambandi við auluna á Tekniska skúla í Klaksvík umfatar timbur, el, HVS, og betongarbeiði
15 milliónir krónur eru settar av til Tekniska skúla í Klaksvík í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025 og 15 milliónir fyri 2026. 
 
11.12.2024 - 11:31

Nú er seinna byggistig í sambandi við nýggju auluna í Tekniska skúla í Klaksvík boðið út.

Fyrra byggistig, jørð- og lendisarbeiði, verður liðugt í mars 2025. 

Útboðið hjá Landsverki nú umfatar timbur, el, HVS, og betongarbeiði.

Tilboðini skulu vera inni 17. januar, og tey vera eisini latin upp tann dagin.

Vinnarin verður kunngjørdur 31. januar. Veitingardagurin er 11. august.

14. oktober var grabbin settur í til lendisarbeiðið.

Játtaðar eru tríggjar milliónir til hetta arbeiðið.

15 milliónir krónur eru settar av í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025 og 15 milliónir fyri 2026. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209