Landið fær ov stórt vald á kommunulæknaøkinum

Landið fær ov stórt vald á kommunulæknaøkinum
Klaksvíkar kommuna heldur, at kommunurnar vera avmarkaðar til gjalda uttan at hava stórvegis ávirkan á skipanina
Sambært lógaruppskotinum skal landið standardisera og keypa øll amboð til kommunulæknarnar og onnur heilsustarvsfólk í heildudeplunum. (Savnsmynd)
 
11.12.2024 - 08:15

Klaksvikar kommunu dámar einki, at landið skal yvirtaka stórar partar av kommunulæknaøkinum. 

Tað sigur kommunan í hoyringarskrivi um uppskotið um nýggju kommunulæknalógina.

Kommunan sigur stutt og greitt, at líkt er til, at landsumsitingin umvegis landsstýrisfólkið við hesi lógini fer at fáa sera stórt vald á kommunulæknaøkinum.

 

Løgtingið letur vald frá sær

Men kommunurnar vera í stóran mun avmarkaðar til gjaldandi luttakarar uttan stórvegis ávirkan á skipanina. 

Og løgtingið letur nógv vald frá sær til landsstýrisfólkið.

Sambært lógaruppskotinum skal landið standardisera og keypa øll amboð til kommunulæknarnar og onnur heilsustarvsfólk í heildudeplunum.

Hetta heldur Klaksvíkar kommuna vera skeivt, tí hon av ringum royndum veit, at landsmyndugleikarnir mangan ikki raðfesta økini og tí eru seinir við fígging til ábøtur og nýkeyp. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606