Kommunur fáa nú loyvi at krevja pengar fyri tóm hús

Kommunur fáa nú loyvi at krevja pengar fyri tóm hús
Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá teimum, sum eiga býli, har eingin er skrásettur at búgva, sigur Løgmálaráðið
Sambært Umhvørvisstovuni eru 44 prosent av húsunum í Dali tóm. Í nógvum bygdum og býum eru tóm hús.
 
11.12.2024 - 06:25

Uppskot er nú gjørt og sent til hoyringar um loyvi hjá kommununum at taka pengar fyri tóm hús.

Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá teimum, sum eiga býli, har eingin er skrásettur at búgva.

Tænastugjaldið skal fíggja ein part av teimum útreiðslum, sum kommunurnar hava av at veita tænastur og at viðlíkahalda undirstøðukervið til hesi býli.

Við uppskotinum verður tryggjað, sigur Løgmálaráðið, sum eigur uppskotið, at tey tómu býlini ikki gerast ein áhaldandi og vaksandi eykakostnaður fyri kommunurnar. 

Eisini kann tænastugjaldið skapa eina ávísa fíggjarliga útjavning millum kommunurnar.

Nógv hús standa tóm í Føroyum, til dømis annað hvørt hús í Húsavík og í Skúgvoy.

Kommunurnar áseta sjálvar tænastugjaldið, men landsstýrið ásetur hámarkið 1. januar hvørt ár.

Eftir tí frymli, sum landsstýrið ætlar at brúka til at áseta hámarkið, hevði tað verið 673 kr. um mánaðin fyri hvørt býli næsta ár.

Lógin skal koma í gildi 1. januar í 2026. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212