Bæði danskur og grønlendskur tjóðskapur í passinum

Bæði danskur og grønlendskur tjóðskapur í passinum
Broytingin kemur væntandi í gildi í hesum árinum
Peter Hummelgaard er danskur løgmálaráðharri
 
11.12.2024 - 15:33

Nú fara grønlendingar at fáa pass, har skrivað stendur, at tjóðskapurin er bæði danskur og grønlendskur.

Sostatt verður tað sum við teimum føroysku passunum, har tjóðskapurin eisini stendur til at vera danskur og føroyskur.

Sermitsiaq skrivar, at danski løgmálaráðharrin Peter Hummelgaard fyrr í ár bað embætisverkið kanna møguleikarnar fyri at skriva grønlendskan tjóðskap inn í passini hjá grønlendingum, og hetta verður nú veruleiki.

 

Stóran týdning

- Eg veit, at grønlendska tjóðskaparkenslan hevur rættiliga stóran týdning fyri heilt nógvar grønlendingar. Tað skilji eg væl og havi stóra virðing fyri, sigur Peter Hummelgaard sambært Sermitsiaq.

Jess Svane, grønlendskur landsstýrismaður í innanríkismálum, sigur við Sermitsiaq, at hetta stuðlar undir hugsanina um, at Grønland hevur sín egna samleika og rætt til at lýsa seg sjálvt á altjóða pallinum.

Broytingin í grønlendsku passunum kemur væntandi í gildi fyri ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896