21KNM: - Bókið okkum meðan vit enn eru bíligir

21KNM: - Bókið okkum meðan vit enn eru bíligir
- Vit gera sangir um ymiskt stuttligt og absurd. Tankin er at skapa okkurt fangandi, sum fær fjøldina at syngja við, siga limirnir í 21KNM
 
11.12.2024 - 11:05

21KNM er føroyskur hipphopp-bólkur, sum var settur á stovn á sumri í fjør.

Hóast teir ikki hava verið virknir leingi, eru longu fleiri hitt gjørd.

Fangandi sangir sum MAT Í LUUX, Bowla í Leirvík og Effo Date hava verið væl fagnaðir.

Tann seinasti í røðini eitur Camping, og har samstarva ungu harrarnir við ongan minni enn Árna Andreasen.

Alt byrjaði í einum slavnum kamari við einari mikrofon. Nú eru umstøðurnar blivnar betri, og tað er enn sum áður Hans Oluf Johannesen, ið er framleiðari.

Rappararnir eru Jens Eli Ellefsen Ólason, Petur Fjallsbak, Brandur Reynstind.

21KNM hevur nógv nýtt tilfar, sum kemur út í 2025. Tað gleða vit okkum til, og nú bíða vit bara eftir, at festivalarnir fara at ringja, tí vit elska at vera á pallinum, siga teir við einum smíli.
 

1713834

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209