Vilja hava tólmenni at gera reint á Glasi

Vilja hava tólmenni at gera reint á Glasi
Skúlin biður um tilboð uppá robottar til at dustsúgva og vaska stóru gólvini
Økið, sum skal dustsúgvast og vaskast á Glasi, er góðar 4.000 fermetrar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2024 - 10:06

Glasir fer at brúka tólmenni, robottar, til at gera reint.

Skúlin biður um tilboð uppá robottar til at dustsúgva og vaska stóru gólvini.

Talan er um 4.079 fermetrar.

Fyri at avmarka mest møguligt eindartalið, tvs. robotttalið, er tað er fyrimunur, at veitta útgerðin sjálvvirkandi kann brúka lyft á Glasi og harvið sjálv kann ferðast millum hæddirnar eftir tørvi, til dømis um náttina, so útgerðin ger reint, tá virksemið er lítið í bygninginum, stendur í útbjóðingartilfarinum. 

Robottarnir skulu sjálvvirkandi kunna finna aftur til løðistøðina ella aðra neyðuga støð ella staðseting, tá reingerðin er liðug. 

Í vektingini telur prísurin 70 prosent, dygdin 20 prosent og tænasta 10 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212