Semingsstovnurin skattar dýpið

Semingsstovnurin skattar dýpið
Semingstovnurin kannar um tað gevur meining at taka samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið upp aftur.
 
09.12.2024 - 18:52

Tíðliga í heyst slepti Semingstovurin royndini at finna semju millum millum Maskinmeistarfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar í starvi hjá SEV.

Nýggjasta í málinum er, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið umhugsar at fara í gerðarættin við Maskinmeistarafelagnum. Arbeiðsgevararnir vilja hava greiðu á, um tað er Maskinmeistarafelagið, sum hevur eggjað teirra limum sum arbeiða hjá SEV til ikki at taka telefonina uttanfyri arbeiðstíð.

Við útvarpið í gjár segði Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at maskinmeistararnir hjá SEV eru farnir at troyttast av manglandi ásetingum um arbeiðstíðir. Onkur hevur sagt upp, og aðrir velja ikki at taka telefonina, tá teir hava frí.

Semingsstovnurin ger nú eina roynd afturat at finna semju.

-Fyrsta stigið er at tosa við partarnar hvør sær, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Terji091224

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252