Føroyingarnir kappast í týska toppstríðnum

Føroyingarnir kappast í týska toppstríðnum
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu javnt ímóti meistarunum, meðan sigursrøðin hjá Vilhelmi Poulsen og Hannover-Burgdorf heldur fram
Hákun West av Teigum skeyt trý mál í javnleiki ímóti Magdeburg
Mynd: Füchse Berlin  
 
09.12.2024 - 09:13

Tey fýra føroyingafeløgini í bestu týsku hondbóltsdeildini eru øll við í kappingini um meistaraheitið.

Í gjár skeyt Hákun West av Teigum trý mál, tá Füchse Berlin spældi javnt 31-31 ímóti meistarunum úr Magdeburg. Høvuðsstaðarfelagið var annars frammanfyri 23-17 í steðginum.

>>Sí bestu bitarnir úr dystinum móti Füchse Berlin móti Magdeburg

Felagið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel, vann 37-33 á Eisenach á útivølli. Føroyski spælskiparin situr uttanfyri við vøddaskaða í økslini í løtuni, meðan Jóhan á Plógv Hansen skoraði tríggjar ferðir fyri Flensburg í stórsigri á Potsdam. 

>>Sí bestu bitarnir úr dystinum hjá THW Kiel móti Eisnach

Tey elta øll Vilhelm Poulsen og teir í Hannover-Burgdorf, sum nú hava vunnið tríggjar dystir á rað. Fríggjadagin vóru teir omaná á heimavølli ímóti Rhein-Neckar Löwen, og komu við sigrinum upp á 22 stig og bert málmunurin ger, at Melsungen er omanfyri á stigatalvuni.

>>Sí bestu bitarnir úr dystinum hjá Hannover-Burgdorf móti Rhein-Neckar Löwen

 

Allir føroyingarnir hava kjansin

Toppstríðið í Bundesliguni er gróthart í løtuni. Tey fægstu høvdu roknað við, at Hannover-Burgdorf fór at liggja so langt uppi, nú 13 dystir eru spældir, og tað kemur kanska eitt sindur óvart á, at meistaraliðið úr Magdeburg á 6. plássi longu hevur tapt tríggjar ferðir.

Har ímillum liggja øll føroyingafeløgini. Füchse Berlin er nummar trý við 20 stigum, Flensburg hevur 19 stig á 4. plássi, og Kiel er á 5. plássi við 18 stigum. Mikudagin er lykladystur á Wunderino Arena, har Kiel tekur ímóti Hannover-Burgdorf.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815