- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsgranskoðarar vilja hava frágreiðing um Húsalánsgrunnin í tingið
Hvørjar ætlanir eru við Húsalánsgrunninum og hvat er støðan í Húsalásngrunninum? Tað vilja Løgtingsgranskoðararnir vita og hava lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum heitir á landsstýrið um at frágreiðingin sum landsgranskoðanin gjørdi í mars, verður løgd fyri tingið.
Løgtingsgrannskoðararnir átala, at skiftandi landsstýrisfólk ikki hava livað upp til sína eftirlitsskyldu við Húsalánsgrunninum, og mæla til at rætta upp á viðurskiftini, sum víst er á í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini.
Í viðmerkingum til uppskotið verður víst á, at Løgtingsgrannskoðararnir heittu á Landsgrannskoðanina um at gera eina frágreiðing um Húsalánsgrunnin og at frágreiðingin millum annað vísti á:
· at Húsalánsgrunnurin ikki hevur strategiskar langtíðarætlanir at skipa sítt virksemi
eftir.
· at Húsalánsgrunnurin grundar húsaleiguna á lánsafturgjald, rakstrarútreiðslur og
grunsgjald, men hevur í summum førum lækkað grunsgjaldið fyri at fáa leigarar, og
· at Húsalánsgrunnurin hevur ikki virkað nóg væl sum eitt bústaðarpolitiskt amboð
fyri alt landið, t.d. við at útvega leigubústaðir uttan fyri miðstaðarøkið.
"Frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini fekk løgtingsgrannskoðararnar at stúra fyri fíggjarliga haldførinum hjá Húsalánsgrunninum, og tí heittu teir m.a. á grannskoðaran hjá
Húsalánsgrunninum um at gera eina frágreiðing, sum lýsir langtíðarhaldførið hjá Húsalánsgrunninum, herundir rakstrarætlan, fíggjarætlan og gjaldførisætlan fyri næstu 10 árini.
Í mai 2024 fingu løgtingsgrannskoðararnir frágreiðingina frá grannskoðaranum hjá Húsalánsgrunninum.
Hendan frágreiðingin, saman við frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, hevur sannført løgtingsgrannskoðararnar um, at avbjóðingar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum, stendir millum annað í viðmerkingunum til uppskotinum til samtyktar.
Málið fer til 1. viðgerð í Løgtinginum týsdagin 10. desember.