Mál um barnaporno útsett

Mál um barnaporno útsett
Ætlanin var at avgreiða málið sum játtanarmál, men nú sigur skuldsetti maðurin, at hann játtar ikki
Av tí at skuldsetti maðurin sigur, at hann játtar ikki, skal ákæruvaldið skriva ákærurit í málinum.
 
04.12.2024 - 16:15

Eitt sakarmál um at deila pornografiskt tilfar av børnum, sum Føroya rættur skuldi viðgera í dag, er útsett.

Ætlanin var at avgreiða málið sum játtanarmál.

Men á rættarfundinum í morgun segði maðurin, at hann játtar ikki.

Tí skal ákæruvaldið nú skriva ákærurit.

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 24. september.

Varðhaldsfongslingin var longd eina viku í dag.

Talan er um eitt NCMEC-mál.

Tað byrjaði við, at politiið í Føroyum fekk boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um, at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum. 

Endamálið hjá NCMEC er millum annað at fyribyrgja, at børn vera kynsliga misnýtt á netinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212