Hvat hendi í nátt?

Hvat hendi í nátt?
Hon vaknaði sera forvirrað og hómaði at løgreglan hevði koyrt seg heim, men hon mintist einki
 
04.12.2024 - 12:22

Tá Mariann Jacobsen vaknaði eftir at hava verið í føðingardegi og í býnum aftaná, hevði hon tað ikki gott.

Tað var trupult at hugsa logiskt, hon mintist ikki, hvussu hon var komin heim, og hon ímyndaði sær alt møguligt, sum hon tó ikki heilt kundi fáa at passa.

Millum annað ørmintist hon, at løgreglan hevði koyrt hana heim um náttina. Hetta fekk hon eisini staðfest, tá hon sá í netbankanum, at hon ikki hevði rindað fyri hýruvogn um náttina. Tí ringdi Mariann til løgregluna fyri at spyrja seg fyri.

Eisini sá hon á netbankanum, at hon hevði keypt tveir drinks um náttina, og einki annað.

Fleiri tímar vóru horvnir úr minninum, har hon einki mintist.

 

Áður eitrað

Út á dagin, sum Mariann fekk tað betri, helt hon seg kenna hesa kensluna aftur.

Fyri nøkrum árum síðan var Mariann eitrað, tá hon búði í Australia. 

Hon var farin í býin, og brádliga mintist hon einki. Hetta sama var hent við øðrum ungum kvinnum sama kvøldið, og tá tann eina á sjúkrahúsinum hevði fingið at vita, at evnið rohypnol var funnið, valdi Marian at lata seg kanna, og fann so útav, at tað sama var hent henni.

Mariann bað tí vinir og kenningar á facebook um at hjálpa sær at finna útav, hvar hon hevði verið, teir tímarnar, sum hon hevði verið ávirkað.

 

 

Hoyr Mariann greiða frá her.

1712438

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212