Politiið tosaði við ferðafólk um dronu

Politiið tosaði við ferðafólk um dronu
Ikki er loyvt at brúka dronu í bygdum øki
Ferðafólkini tóku dronuna niður alt fyri eitt, tá politiið kom.
 
03.12.2024 - 08:36

Í gjár var politiið eftir tveimum útlendskum ferðafólkum, sum brúktu dronu í Bø.

Tað er ikki loyvt at brúka dronu í bygdum øki.

Og harafturat er Bøur innan fyri fimm kilometra markið uttan um flogvøllin.

Ferðafólkini tóku dronuna niður alt fyri eitt, tá politiið kom.

Tey fingu onga sekt, og dronan var heldur ikki tikin frá teimum.

Slík dronuflúgving er næstan hvønn dag um summarið, sigur politiið.

Endamálið við slíkari flúgving er myndatøka.         

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212