Frídømdur fyri mandatsvik

Frídømdur fyri mandatsvik
Rætturin sigur, at tað er ikki prógvað, at ákærdi maðurin brúkti gjaldskort hjá øðrum
Ákæruvaldið umhugsar nú, um tað skal fara í Landsrættin við málinum. (Savnsmynd)
 
03.12.2024 - 13:21

Maðurin, sum var ákærdur fyri mandatsvik, er frídømdur.

Tað er ikki prógvað, at hann brúkti gjaldskortið.

Ákæruvaldið kravdi 14 daga treytaða fongsulsrevsing.

Hann var ákærdur fyri at brúka gjaldskortið hjá einum øðrum at keypa bensin fyri.

Hann var ákærdur fyri at keypa bensin 18 ferðir fyri tilsamans 4.200 krónur.

Hetta skal vera hent í tíðarskeiðinum frá 11. september 2019 til 13. november 2020.

Maðurin arbeiddi á einum stovni, har tann, sum átti kortið, var búfólk.

Maðurin noktaði seg sekan.

Ákæruvaldið umhugsar nú, um tað skal fara í Landsrættin við málinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212