Fleiri viðhaldsfólk leita sær til Basel

bannari
Fleiri viðhaldsfólk leita sær til Basel
Líkt er til, at enn fleiri føroyskir áskoðarar fara at rópa og heppa á hondbóltskvinnurnar í øðrum EM-dystinum, sum verður móti Kroatia seinnapartin í dag
 
01.12.2024 - 10:04

Hondbóltsfebur hevur rakt fleiri føroyingar, ið annars ætlaðu sær at sita heima á sofuni og hyggja eftir EM, men sum eftir fyrsta dystin hjá Føroyum fríggjadagin, hava hálsað um og lagt leiðina til Basel.

Seint í gjárkvøldið sóust føroyingar kekka inn á føroyingahotellinum í býnum og sum skilst eru nøkur eisini ávegis til Sveis í dag at stuðla.

 

Føroysk viðhaldsfólk í meiriluta

Áleið 400-500 føroysk viðhaldsfólk eru í Basel. Í fyrsta EM-dystinum móti verttjóðini Sveis, vóru føroysku viðhaldsfólkini í minniluta móti teimum gott 6.000 sveisisku viðhaldsfólkunum, men føroyingarnir vera í meiriluta á áskoðaraplássinum í dag. Sambært EHF, so eru ikki eins nógv atgongumerki seld til tey kroatisku plássini sum til tey føroysku plássini. 

Tað kann fara at gera ein mun.

- Vit hoyrdu føroysku áskoðararnar undir øllum dystinum móti Sveis, men vit høvdu fleiri túsund sveisiskar áskoðarar móti okkum, so tað verður væntandi eitt annað ljóð í høllini í dag. Tað hevur týdning at fáa góðu hjálpina frá føroysku áskoðarunum, teir gera ein mun, sigur Jens á Skipagøtu, sum er málverju- og mentalvenjari hjá A-landsliðnum. 

 

Fjepparatiltak

Áðrenn hvønn dyst skipa stuðlarnir hjá hondbóltssambandinum fyri fjepparatiltaki, eins og gjørt var í Berlin í januar, har andlitsmáling, føroyskur sangur, hugni og prát er á skránni. Í dag er einki undantak og hálvantriðja tíma áðrenn dystarbyrjan, lata dyrnar upp í Altes Kraftwerk, ið er karmur um tiltakið. Trý korter áðrenn dyst fylgjast øll til St. Jakobshalle, sum er fimm minuttir higani.  

Føroyskir áskoðarar eru tiltiknir at stuðla sínum liðum væl, men til annan EM-dystin í dag verður lagt enn meira fyri, tí trummur eru keyptar og herróp eru vand. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209