Senda fangar til Estlands

Senda fangar til Estlands
Tað er trongligt í svensku fongslunum í løtuni, og tí kann Svøríki noyðast at finna fongsulspláss aðrastaðni
Gunnar Strömmer er løgmálaráðharri í Svøríki
Mynd: Christine Olsson/Ritzau Scanpix  
 
30.11.2024 - 11:00

Tað er ikki longur pláss fyri fleiri fangum í svenskum fongslum, og tí arbeiðir svenska stjórnin við at fáa í lag eitt samstarv, har til ber at senda fangar til fongsul uttanlands.

Eitt av teimum støðunum kundi verið Estland.

Løgmálaráðharrin í Svøríki, Gunnar Strömmer, var í gjár í høvuðsstaðnum í Estlandi, Tallinn, har hann hevði fund við løgmálaráðharran í Estlandi um málið. 

Hetta skrivar DR, sum endurgevur Sveriges Radio.

Í fjør mælti svenska kriminalforsorgin millum annað til, at Svøríki skal leiga fongsulspláss uttanlands fyri at loysa plásstrupulleikan.

Í Danmark hava tey eisini umrøtt møguleikan leiga fongsulspláss uttanlands, tí har hava tey eisini plásstrupulleikar.

Í mai samtykti tjóðartingið í Kosovo, at frá 2026 kann Danmark leiga fangapláss í landinum og harvið senda fangar til Kosovo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212