Bilar rýmdu frá óhappi

Bilar rýmdu frá óhappi
Í tveimum førum eru bilar rýmdir frá ferðsluóhappi
 
30.11.2024 - 10:55

Klokkan hálgum sjey í morgun rendi ein bilur á ein lyktapela og eitt skelti við rundkoyringina við Mylnuna í Havn. Bilurin rýmdi tó frá staðnum.

Fólk í grannalagnum hoyrdu buldrið og boðaðu politinum frá. 

Politiið hevur funnið ymsar lutir av bilinum á staðnum og kunnu staðfesta, at talan er um ein silvurgráan bil ella vørubil. 

Politiið heitir á fólk, sum møguliga vita nakað um hendingina, at siga politiinum frá.

 

Hvítur jeepur

Ein annað ferðsluóhapp var eisini í gjár, har ein bilur rýnmdi frá hendingini. 

Á parkeringsplássinum við SMS bar ein stórur, hvítur jeepur, ella líknandi bilur, við ein annan bil.

Bilførarin steðgaði ikki á, men hvarv. Løgreglan sigur, at tað er hugsandi, at hann ikki varnaðist óhappið, og tað er orsøkin til at hann fór avstað.

Tí heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð tilburðin um at siga frá.

 

Rendi á neyt

Klokkan tvey í nátt koyrdi ein bilur á tvey skotsk hálandsneyt, sum gingu á landsvegnum stutt norðanfyri rundkoyringina við Keypsamtøkuna í Miðvági

Bilurin fekk stóran skaða og kundi ikki koyra víðari.

Tað eina neytið hevði fingið so stóran skaða, at neyðugt var at avlíva tað.

Hitt neytið haltaði, men eigarnir taka sær av tí.

 

Maður yvirkoyrdur

Á middegi í gjár var eitt ferðslóhapp í Tórsgøtu í Havn.

Av ókendum orsøkum rendi ein bilur á ein mann, sum gekk á gongubreytini. Hann bar eisini við fýra bilar, sum allir fingu minni skaða.

Maðurin, sum varð árendur, fór á sjúkrahús og verður har nakrar dagar til kanningar. Vakthavandi hjá politinum sigur tó, at støðan hjá honum eftir umstøðunum er góð. 

Politiið skal gera fleiri avhoyringar í málinum. Rúsdrekka ella rúsevni er ikki partur av málinum. Tað var ein eldri maður, ið koyrdi bilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212