Atfinningar at linjuføringini eru vælkomnar

Atfinningar at linjuføringini eru vælkomnar
- Atfinningar at linjuføringini av Suðuroyartunlinum er vælkomnar. Alt verður tikið við til hoyringar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Fólk á Sandoynni og aðrastaðni eru ónøgd við, at ein vegur fra einum møguligum Suðuroyartunli fer at gera seg inn á náttúruvakra økið við Sandsvatn.
 
30.11.2024 - 17:08

Fleiri fólk á Sandoynni og Suðuroynni hava verið frammi og funnist at, hvussu ætlanin er at leiða ferðsluna av einum møguligum Suðuroyartunli millum annað gjøgnum Sands bygd.

Og tey eru als ikki nøgd við ætlanina. 

Ein av teimum, sum hevur funnist at ætlanini er Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi.

Ein annar er Marianna Vang Simonsen.

Tey finnast bæði at landsstýrinum, at atlit als ikki eru tikin við í ætlanina hvussu ein møgulig ferðsla fer at gera seg inn á sera náttúruvakra økið á Sandi.

Aksel V. Johannesen sigur at Sands kommuna fær longri hoyringarfreist, so at allar viðmerkingar kunnu koma við.

 

Aksel_V_Johannesen_um_onogd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209