32.000 pund og meira enn hálva millión

32.000 pund og meira enn hálva millión
Útróðrarbáturin Norðsøki úr Klaksvík hevur gjørt metgóðan túr. Teir drógu 127 stampar og fingu næstan 32.000 pund. Teir landaðu á Toftum í gjár
Heri Vang er skipari á Norðsøka.
Mynd: Torleif Johannesen, Føroyska Sjómansmissiónin  
 
30.11.2024 - 13:52

- Hetta er nógv tann størsta sølan vit hava gjørt av einum útróðrartúri, tí prísurin á stóra toskinum er óvanliga høgur.

Tað sigur Heri Vang, skipari á Norðsøka. 

Teir høvdu verið á Føroya Banka, og har fingu teir nógvan stóran tosk, sokallaðan eittara.

Prísurin er eisini sera góður fyri tíðina. Teir fingu 39 krónur og 20 fyri kilo fyri størsta toskin.

Teir høvdu eisini fitt av havtasku og hýsu, og eisini har var prísurin góður.

Tilsamans seldu teir fyri meira enn hálva millión.

Farið varð avstað aftur í gjár, og teir sigla longu innaftur. Hesaferð hava teir mest hýsu.

 

Heri_V

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209