Afturrindan av heilsutrygdargjaldi fer at ávirka eftirlitsarbeiðið hjá TAKS

Afturrindan av heilsutrygdargjaldi fer at ávirka eftirlitsarbeiðið hjá TAKS
Eyðun Mørkøre vísir á, at TAKS eigur einki í hesum málinum, men hevur bara kravt heilsutrygdargjald og latið teimum frádrátt, sum hava rætt til tað
Eyðun Mørkøre er stjóri í TAKS.
 
29.11.2024 - 11:35

Lógaruppskotið hjá Heilsumálaráðnum um "afturrindan av heilsutrygdargjaldi" leggur stóra arbeiðsbyrðu á TAKS.

- Avleiðingin verður, at vit næsta ár hava munandi minni orku til eftirlitsarbeiði, sum tryggjar at fólk rinda tað, sum tey skulu, í skatti, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

Eyðun Mørkøre vísir á, at TAKS eigur einki í hesum málinum. Stovnurin hevur bara kravt inn heilsutrygdargjald og latið frádrátt til tey, sum hava havt skattligan rætt til tað. 

Sambært Taks er uppgávan at viðgera hesar umsóknirnar so mikið torskild, at hon má gerast av fólki, sum frammanundan starvast hjá TAKS. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29112024_TAKS

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212