Tyrlusimulatorin fingið endaliga góðkenning

Tyrlusimulatorin fingið endaliga góðkenning
Byrjað verður at brúka simulatorin fyrst í nýggja árinum
Hús er bygt í Vágum, stutt frá flogvøllinum, til simulatorin.
 
28.11.2024 - 08:05

Danska ferðslustýrið hevur nú endaliga góðkent tyrlusimulatorin hjá Atlantic Airways.

Tað skrivar danski miðilin Check-in, sum hevur tíðindini frá Atlantic Airways.

Felagið keypti simulatorin á sumri í 2022.

Hús er bygt í Vágum, stutt frá flogvøllinum, til simulatorin .

Byrjað verður at brúka hann fyrst í nýggja árinum. 

Atlantic Airways bjóðar eisini tyrluflogskiparum úr øðrum londum at brúka simulatorin.

Higartil hava flogskipararnir hjá Atlantic Airways vant í Doha í Qatar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212