ES-tingið góðkent nýggju ES-nevndina

ES-tingið góðkent nýggju ES-nevndina
370 atkvøddu fyri, 282 atkvøddu ímóti, og 36 greiddu ikki atkvøðu
Ursula von der Leyen, sum heldur fram sum forkvinna í ES-nevndini, og Roberta Metsola, forkvinna í ES-tinginum, hálsfevndust, tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni var greitt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
27.11.2024 - 14:27

Nýggj ES-nevnd við Ursulu von der Leyen sum forkvinnu, fekk meirluta í ES-tinginum í dag. 

370 atkvøddu fyri, 282 atkvøddu ímóti, og 36 greiddu ikki atkvøðu. 

Fyri fyrstu ferð er ein politikari á ytsta høgravongi valdur til varaformann í ES-nevndini. 

Raffaele Fitto, úr flokkinum Italsku brøðurnir, hava fyrr havt fleiri álitissessir í italskum politikki. 

Í ES-nevndini fær hann ábyrgd av nýskipanum og felagsskapi.

 

Hesi manna nýggju ES-nevndina. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Estlandi, Kaja Kallas, verður nýggjur uttanríkisstjóri í ES. 

Fyrrverandi danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Dan Jørgensen, verður nýggjur nevndarlimur í orku- og bústaðarmálum. 

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Portugal, Antonio Costa, er longu tilnevndur leiðari fyri ES-ráðnum, og hann skal leiða ES-toppfundir næstu árini.

Nýggja ES-nevndin tekur við 1. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212