SEV-stjórin: Effo eigur at sleppa at knýta í SEV-netið

SEV-stjórin: Effo eigur at sleppa at knýta í SEV-netið
Tað er eingin trupulleiki, at Eysturlund verður partur av elnetinum, sigur Hákun Djurhuus
Stígur er komin í verkætlanina hjá Effo um Eysturlund.
 
26.11.2024 - 18:00

- Tað skal bera til hjá Effo at knýta í netið hjá SEV.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, nú stígur er komin í verkætlanina hjá Effo um at byggja vindmyllulundina Eysturlund.

 

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Elveitingareftirlitið gevur ikki Effo loyvi til at byggja vindmyllulundina Eysturlund, tí sambært elveitingarlógini hevur SEV einkarætt til netið. 

- Tað er eingin trupulleiki, at Effo verður partur av elnetinum hjá SEV, sigur Hákun Djurhuus.

 

26112024_SEV_og_Eysturlund

 

Sambært Margit Stórá, landstýriskvinnnu í umhvørvismálum, skal ein serfrøðingabólkur taka avgerð, um loyvi skal gevast til at byggja vindmyllulundina Eysturlund. 

Tilmælið verður klárt í desember.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117