- Hvar tendrar man?

bannari
- Hvar tendrar man?
Kongur skuldi vísa Hansinu Iversen eitt listaverk á Amalienborg, men trupult var at finna kontaktina
 
25.11.2024 - 14:14

Tað var eitt stórt upplivilsi hjá Hansinu Iversen, listakvinnu, ið var boðin at hitta kong, tá eitt av hennara listaverkum skuldi handast honum.

At kongi dámar hennara list, veit Hansina, tí tað frætti hon, tá hann vitjaði listasavnið á Føroyaferð. Í fjør fekk hon so boð frá sínum galleristi í Charlottenlund, at Kongelig Dansk Yachtclub vildi hava hana til at mála eina mynd til Fríðrik kong.

Hansina segði ja við teirri treyt, at hon ikki hevði eitt evstamark, tí ein slík mynd tekur ta tíð hon tekur at gera.

Úrslitið gjørdist verkið Fleyra, sum so varð handað kongi í farnu viku.

- Hann veit nógv um list eins og mamma hansara, og tað endaði við at hann tók meg við uppá, tí hann vildi vísa mær eitt listaverk, og vit komu inn í eitt myrkt rúm, tí tað tók honum eina løtu at finna kontaktina, flennir Hansina, sum annars sigur um kong, at hann var fittur at tosa við.

Hvat tað fer at hava við sær, at hon nú kann breggja sær av at hava ein málning hangandi hjá kongi, veit hon ikki, men tað fer neyvan at skaða.

1710511

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678