Bankaránarnir eru fluttir út á netið

Bankaránarnir eru fluttir út á netið
Peningastovnar og onnur eru farin undir felags kunningarátak um kt-trygd
Netbankasnýt er meira enn tvífaldað seinasta árið. (Savnsmynd)
 
22.11.2024 - 08:32

Netbankasnýt er meira enn tvífaldað seinasta árið.

Og í fjør var fyrsta árið einki bankarán var í danska ríkinum. 

Tí bankaránararnir eru fluttir út á netið.

Tað siga Talgildu Føroyar, TAKS, Nema, Føroya Tele, Føroya banki, Betri banki, Norðoya sparikassi og Suðuroyar sparikassi, sum eru farin undir felags kunningarátak um KT-trygd.

Tey siga, at trygdin byrjar hjá hvørjum einstøkum.

 

Eiga at hugsa seg um og vísa varsemi

Í teldum og telefonum er avgerandi, at fólk hugsa seg um og vísa varsemi.

Tí tey, sum snýta, gera vart við seg við sms-boðum, uppringingum og teldubrøvum, har tey biðja um upplýsingar, sum tey kunnu brúka til at taka pengar okkara.

Netbankasnýt er meira enn tvífaldað síðsta árið

Tað hevur tó borið til at steðga helminginum. Men tey, sum snýta, gerast alt snildari og frekari.

 

95 milliónir í óiløgusnýti

Bara fyrra hálvár í ár eru danskir ríkisborgarar snýttir fyri 95 milliónir krónur í íløgusnýti, sambært tølum hjá Finans Danmark. 

Í fjør var íløgusnýtið góðar 86 milliónir krónur. So talan er um stóran vøkstur.

Ráðini eru ikki at upplýsa loynital og hugsa seg gjølla um, áðrenn trýst verður á leinki, og ikki lata seg yvirtala.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212