Grøn orka í Tórsbyrgi

Grøn orka í Tórsbyrgi
Higartil hava tey 36 húsarhaldini í býlinginum brúkt umleið 80.000 litrar av olju um árið, men tað er ein farin tíð
Býlingurin Tórsbyrgi í Havn hevur nú lagt um til grøna orku.
 
12.11.2024 - 14:28

Í morgun legði býlingurin Tórsbyrgi í Havn um til grøna orku.

Frammanundan brúktu tey 36 húsarhaldini um 80.000 litrar av olju um árið, men tað er ein farin tíð, sigur Høgni í Stórustovu, nevndarlimur í eigarafelagnum í Tórsbyrgi.

Upprunaliga var ætlanin at binda í sjóhitaskipanina hjá Boðanesheiminum, men ov nógvar avbjóðingar vóru, og tí var ætlanin slept.

Í vár var so avgjørt at fara undir eina loysn við hitapumpu. Í morgun var oljufýringin, sum er frá 1976, sløkt. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12112024_Torsbyrgi

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. desember
Norðurljóð 9. desember 2024
184876
Mánadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar
184826
Sunnudag 8. desember
Bolero 8. desember
184844
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
184793
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615