Næmingar í Eysturkommunu framvegis til Fuglafjarðar í skúla

Næmingar í Eysturkommunu framvegis til Fuglafjarðar í skúla
Eysturkommuna fer at samstarva við Fuglafjørð um framhaldsdeild, í øllum føri sjey ár afturat. Ískoytisavtala avmarkar íløguna hjá kommununi í skúlabygning til 12 milliónir
 
09.11.2024 - 14:16

Eysturkommuna heldur fram við skúlasamstarvinum við Fuglafjørð um framhaldsdeild. Tað samtykti eitt einmælt býráð í Eysturkommunu á fundi í gjár, tá býráðið skuldi taka støðu til eina ískoytisavtalu, sum kemur afturat galdandi sáttmála millum kommunurnar.

Elstu fólkaskúlanæmingarnir í Eysturkommunu ganga í skúla í Fuglafirði, og stóri knúturin í skúlasamstarvinum millum kommunurnar hevur verið tann íløgan, sum skal gerast í skúlabygningin í í Fuglafirði. Tað er nú endað við, at Eysturkommuna rindar ein munandi minni part av íløguni enn upprunaliga ætlað. Sambært ískoytisavtaluni bindur Eysturkommuna seg til at rinda í mesta lagi 12 milliónir krónur av íløguni í at umvæla og dagføra hølini til framhaldsdeildina, sum húsast í tí partinum av skúlanum í Fuglafirði, sum er frá 1964.

Í ískoytisavtaluni stendur eisini, at annar parturin - tað vil siga Eysturkommuna ella Fuglafjarðar kommuna - kann siga upp avtaluna, í fyrsta lagi 1. august 2028. Uppsagnartíðin er tá trý ár, tvs at skúlasamstarvið í øllum føri heldur fram til 1. august 2031. Sjálv ískoytisavtalan er annars galdandi til 2035.

Hoyr samrøðu við Per Martin Gregersen, borgarstjóra í Eysturkommunu:

Skulasamstarv_heldur_fram

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar
184826
Sunnudag 8. desember
Bolero 8. desember
184844
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
184795
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
184793
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615