Donald Trump sigur seg hava vunnið

Donald Trump sigur seg hava vunnið
Alt bendir á, at Donald Trump vinnur amerikanska forsetavalið
Donald Trump sigur seg hava vunnið amerikanska forsetavalið.
Mynd: Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2024 - 07:46

Republikanska forsetavalevnið hevur, sambært tíðindastovuni AP, vunnið tríggjar avgerandi sveiggjstatir.

AP metir, at Donald Trump hevur vunnið valið í statunum North Carolina, Georgia og nú eisini Pennsylvania.

Donald Trump hevur í løtuni tryggjað sær 267 valmenn, meðan Kamala Harris hevur tryggjað sær 214.

Tann, sum fyrst fær 270 valmenn, vinnur valið.

Donald Trump heldur røðu í Palm Beach í Florida í hesi løtu. 

 

trump

 

Og meðan tey framvegis telja atkvøður í USA, so ávirkar fyribils úrslitið av valinum partabrævamarknaðirnar og fíggjarmarknaðirnar kring heimin.

Marknaðirnir síggja fyri sær, at Trump verður næsti amerikanski forsetin.    

Fleiri partabrøv verða handlað, renturnar hækka og dollarin er vorðin sterkari, umframt at kursurin á krypto-gjaldoyranum bitcoin er hækkaður. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117