Donald Trump hevur vunnið stórsigur

Donald Trump hevur vunnið stórsigur
Republikanska valevnið hevur í løtuni 277 valmenn, og demokratiska valevnið Kamala Harris hevur 224
Ein sigursælur Donald Trump og kona hanara Melania. Í løtuni hevur Trump 277 valmenn.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2024 - 13:09

Donald Trump hevur vunnið stórsigur á amerikanska forsetavalinum.

Donald Trump hevur í løtuni tryggjað sær 277 valmenn, meðan Kamala Harris hevur tryggjað sær 224.

Sostatt er tað greitt, at Trump verður næsti forseti í USA, tí tann, sum fyrst fær 270 valmenn, vinnur valið.

Heimsins stjórnarleiðarar lógu ikki á boðunum, tá tað frættist, at Donald Trump flytur inn aftur í Hvítu húsini.

 

 

(Mynd: AP)

 

Franski forsetin, Emmanuel Macron, bretski forsætisráðharin, Keir Starmer, ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, eru millum teirra, sum havaynskt Donald Trump til lukku við sigrinum í amerikanska forsetavalinum.

 

Erik Løksagarð Absalonsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og Nato aðalskrivarin, Mark Rutte, hava gjørt tað sama.

Republikanski flokkurin fær eisini meirilutan í senatinum, meðan spenningur framvegis er um, hvør fær meirilutan í umboðsmannatinginum. 

Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur, gjørdi viðmerkingar til valið í útvarpstíðindunum: 

 

06112024_Loksagard

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212