Verklagslógir um H-bygningin verða longdar

Verklagslógir um H-bygningin verða longdar
Lógirnar, sum fara úr gildi 31. desember í ár og 1. januar næsta ár, skulu leingjast til 1. januar 2027
At leingja lógir um H-bygningin hevur ongar fíggjarligar avleiðingar, stendur í lógaruppskotinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2024 - 09:47

Verklagslógir um H-bygningin skulu leingjast, tí arbeiðið verður ikki liðugt í ár.

Lógirnar, sum fara úr gildi 31. desember í ár og 1. januar næsta ár, skulu leingjast til 1. januar 2027.

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið leingja lógirnar.

Hetta verður gjørt, so lógirnar ikki fara úr gildi, áðrenn allar avtalur eru gjørdar um at gera H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan. 

Hetta hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur, stendur í lógaruppskotinum, sum kom í løgtingið í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018