Borgarstjóri og stóran áhuga í privatum felagi

Borgarstjóri og stóran áhuga í privatum felagi
Jógvan Kruse, borgarstjóri, hevur forvunnið nógvan pening við at sent rokningar til felagið Terminal.fo, samstundis sum hann er borgarstjóri, skrivar Frihedsbrevet.fo
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.
 
04.11.2024 - 19:46

Terminal.fo er eitt felag, sum Jógvan Kruse hevur átt saman við einum øðrum, samstundis sum hann hevur verið borgarstjóri og tí løntur av kommununi.

Tað skrivar Frihedsbrevet.fo 

Harumframt er hálvonnur millión krónur fluttar úr felagnum til konu Jógvan Kruse sum løn síðstu fýra árini, hóast stjórin í felagnum, Mourits Clemensen, einki kennir til, at kona borgarstjóran hevur arbeitt fyri felagið. 

Tað váttar Mourits Clementsen, sum var stjóri og partaeigari í Terminal.fo til fyri stuttum, fyri Frihedsbrevet.fo. 


Røkti ikki sítt arbeiði

Jógvan Kruse sigur hinvegin við Frihedsbrevet.fo, at kona sín veruliga arbeiddi fyri Terminal.fo, tí stjórin, Mourits Clementsen, ikki røkti sítt arbeiði.

Mourits Clementsen og Jógvan Kruse eru nú farnir hvør til sítt, og teir eiga einki felag saman longur, skrivar Frihedsbrevet. 

Kringvarpið hevur tosað við Jógvan Kruse, og hann vísir á, at tá ið hann gjørdist borgarstjóri, fór hann úr starvi í Terminal.fo, og onnur fólk vórðu sett í starv at loysa tær uppgávurnar, ið eru í felagnum.

Hann váttar tó fyri Kringvarpinum, at hann framvegis er nevndarformaður í Terminal.fo og fylgir væl við, hvat hendir í felagnum. Hann sigur eisini, at tá ið stjórin ikki røkti allar sínar uppgávur, máttu onnur yvirtaka tær uppgávurnar. Hann sigur, at stjórin varð koyrdur frá.


Inntøkurnar eru vaksnar

Mourits  Clementsen sigur við Kringvarpið í kvøld, at hann hevur røkt sínar uppgávur sum stjóri, og at feløgini, sum hann og Jógvan Kruse hava havt saman, hava koyrt væl, og at inntøkurnar hava verið vaksandi øll árini. 

Hann undrast m.a. á, at nevndarformaðurin setir fólk í starv og ikki stjórin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. desember
Norðurljóð 9. desember 2024
184876
Mánadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar
184826
Sunnudag 8. desember
Bolero 8. desember
184844
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
184793
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615