Føroyingar í Noregi fara at gjalda meira í skatti

Føroyingar í Noregi fara at gjalda meira í skatti
Stjórin í Faroe Offshore, sum sendir millum 80 og 100 mans til arbeiðis í Noregi um árið, heldur lítið um broytingina. Stjórin í Vinnuhúsinum fegnast
Hans Jákup Johannesen er stjóri í Faroe Offshore, sum sendir nógvar føroyingar til arbeiðis í Noregi..
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
31.10.2024 - 12:20

Frá nýggjárinum skulu føroyingar, sum arbeiða í Noregi og har gjalda minni skatt enn heima í Føroyum, brynja seg til at gjalda meira í skatti.

Tá skal skatturin javnsetast, so tey, sum arbeiða uttanlands, ikki longur hava henda fyrimun, men mugu rinda munin millum útlendska og føroyska skattin.

Útrokningar vísa, at tað verður onkustaðni millum 2.000-3.000 krónur og einar 5.000 krónur, ið gjaldast skulu meira í skatti um mánaðin.

 

Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum. 

 

Spurningurin er so, um hetta fær nakrar av føroyingunum at setast aftur, sum nú arbeiða í Noregi.

Stjórin í Faroe Offshore, sum sendir millum 80 og 100 mans til arbeiðis í Noregi um árið, heldur lítið um broytingina.

Stjórin í Vinnuhúsinum fegnast, tí tað eigur ikki vera rætt, at føroyska skattaskipanin skal lokka føroyingar av landinum at arbeiða, og teir so gjalda minni í skatti.

Hans Jákup Johannesen er stjóri í Faroe Offshore Service á Skála:

 

30102024_Utisetaskattur

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386