Vatnturbinan á Strond aftur í ólagi

Vatnturbinan á Strond aftur í ólagi
Eingin streymur verður gjørdur úr vatni á Strond tað, sum eftir er av árinum
Turbinan hevði bara gingið í hálvtannað samdøgur, tá skaðin hendi.
Mynd: SEV  
 
30.10.2024 - 08:18

Vatnturbinan á Strond, sum bleiv sett í gongd aftur fyri einari viku síðani eftir høvuðsumvæling, er nú, av ókendum orsøkum, aftur í ólagi, sigur SEV.  

Undir royndarkoyringini hendi ein maskinskaði, sum neyðugt er at kanna nærri. 

Turbinan verður send til Andritz Jevnaker í Noregi til kanningar og umvælingar.

Tí verður eingin streymur gjørdur úr vatni á Strond tað, sum eftir er av árinum.

Turbinan hevði bara gingið í hálvtannað samdøgur, tá skaðin hendi, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. 

Hann sigur, at enn ber ikki til at siga, hvussu leingi kanningar- og umvælingararbeiðið varar. 

Nógv vatn er í byrgingini í Strandardali, og nú SEV einki vatn brúkar, rennur vatn úr byrgingini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325