VW sigur túsundtals fólkum úr starvi

VW sigur túsundtals fólkum úr starvi
Verksmiðjur hjá Volkswagen lata aftur, og virksemið minkar á teimum, sum enn eru eftir
Forkvinnan í samstarvsnevndini hjá Volkswagen, Daniela Cavallo, heldur røðu fyri starvsfólkum hjá VW í Volksburg.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2024 - 13:22

Bilrisin Volkswagen ætlar at siga fleiri tíggjutúsund fólkum úr starvi og lata aftur í minsta lagi tríggjar verksmiðjur í Týsklandi.

Tað sigur forkvinnan í samstarvsnevndini hjá Volkswagen, Daniela Cavallo, sum umboðar fleiri hundrað starvsfólk í Wolfsburg, skrivar danska kringvarpið sambært Reuters.

- Leiðslan tekur hetta í størsta álvara, og hetta er ikki fyri at ávirka sáttmálasamráðingarnar, sigur hon. 

 

Kreppa er í Volkswagen í Týsklandi.

 

Haraftrat ætlar Volkswagen at minka verksmiðjurnar, sum enn eru eftir.

Daniela Cavallo sigur ikki, hvørjar verksmiðjur fara at lata aftur.

Eitt talsfólk fyri týsku stjórnina sigur, sambært Reuters, at tey í stjórnini vita av trupulleikunum hjá Volkswagen, og at tætt samband er millum umboð fyri leiðsluna í VW og starvsfólkini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018