Georgiski forsetin viðurkennir ikki valúrslitið

Georgiski forsetin viðurkennir ikki valúrslitið
Salome Zourabichvili heitti í sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið á fólk um at fara út á gøturnar at mótmæla valúrslitinum
Forsetin í Georgia, Salome Zourabichvili, á vali í gjár. Tá úrslitið var kunngjørt í gjárkvøldið, boðaði hon frá, at hon viðurkennir ikki úrslitið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2024 - 08:23

- Vit hava verið fyri russiskum ágangi.

Tað segði georgiski forsetin, Salome Zourabichvili, í sjónvarpaðari røðu í gjárkvøldið. Hon viðurkennir sostatt heldur ikki úrslitið av tjóðartingsvalinum leygardagin.

Saman við ákærunum um valsvik, bað hon eisini fólk um at fara út á gøturnar at mótmæla valúrslitinum, skrivar m.a. danska TV2.

Seinnapartin í gjár komu eisini fram frágreiðingarnar frá valeygleiðarunum hjá OSCE,  sum er felagsskapurin fyri trygd og samstarv í Evropa.

 

Eygleiðarar hjá OSCE siga, at svik var framt á valinum í Georgia. (Mynd: Reuters Ritzau Scanpix)

 

Atkvøður keyptar

Á tíðindafundi segði samskiparin fyri OSCE, at atkvøður vóru keyptar, atkvøtt var fleiri ferðir, og eftirlit var á valstøðum við vakmyndatólum, sum fylgdu og møguliga stýrdu veljarum. Sambært OSCE elvdi hetta til, at fólk kendu seg trýst til at atkvøða á ein ávísan hátt.

Vinnandi flokkurin, Georgiski dreymurin, fekk sambært valnevndini 54 prosent av atkvøðunum. 

Andstøðan, sum tapti valið, viðurkennir eins og forsetin ikki valúrslitið.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at ein kanning eigur at verða sett í verk, um brot er framt á vallógina í Georgia, skrivar danska kringvarpið. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227