50 ár síðan Rumble in the Jungle: Tá Ali vann á Foreman

50 ár síðan Rumble in the Jungle: Tá Ali vann á Foreman
Hálvthundrað ár eru liðin, síðan Muhammad Ali vann á George Foreman í sonevnda Rumble in the Jungle-boksidystinum frammanfyri 60.000 fólkum í Kinshasa í Zaire
Muhammad Ali ímóti George Foreman frammanfyri 60.000 fólkum í Kinshasa
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2024 - 17:38

Dysturin verður av mongum mettur sum størsta einstaka ítróttarhending í 20. øld. 

George Foreman var ósigraður og stórfavorittur, tá hann skuldi verja sítt heitið í tungvektsboksing ímóti Muhammad Ali, sum hevði mist heitið í 1967, tá hann noktaði at gera herskyldu í samband við kríggið í Vietnam.

Teir brustu saman í Kinshasa, høvuðsstaðnum í tí, sum tá var Zaire, frammanfyri 60.000 fólkum. Tað verður mett, at fleiri 100 milliónir fylgdu við í sjónvarpinum. 


George Foreman vitjar Kinshasa-leikvøllin 11 dagar undan stórdystinum ímóti Ali. Áhugin í Zaire var ovurstórur. MYND: AFP/Ritzau Scanpix

 

Rope-a-dope

Foreman var kendur fyri síni hørðu sløg, meðan Ali var skjótur og tekniskur. 

Foreman var ágangandi frá byrjan og trýsti Ali út ímóti togunum við tungum sløgum, men Ali vardi seg væl og so líðandi troyttaðist Foreman. Hendan taktikkin kallaði Ali seinni "rope-a-dope".

Ali rakti oftari og oftari við sínum knøppu høggum, og sum umgangirnir gingu hovnaði andlitið hjá Foreman alsamt meir. 

Í áttanda umgangi kom avgerðin. George Foreman var nú somikið moyrur, at Muhammad Ali leyp á og við eini slagkombinatión, sum endaði við einum høgra neva frammaná, feldi hann mótstøðumannin og endurvann beltið.


Muhammad Ali var eins kringur við orðum og í ringinum. Her á tíðindafundi í Kinshasa undan "Rumble in the Jungle". MYND: AFP/Ritzau Scanpix

 

Umdysturin, sum ongantíð kom

Muhammad Ali hevði fyrr boksað umdystir ímóti bæði Sonny Liston, Floyd Patterson og Joe Frazier, og øll vónaðu og bíðaðu tí eftir, at George Foreman fór at fáa kjansin aftur. 

Umdysturin gørdist kortini ongantíð veruleiki. Hinvegin gjørdust teir báðir vinmenn, og í 1996 leiddi Foreman Ali, sum tá var merktur av Parkinson, upp á pallin at taka ímóti Oscar-virðisløn fyri heimildarfilmin, "When We Were Kings", sum er um viðgitna dystin í Zaire.

Í samband við 70 ára føðingardagin hjá Ali fortaldi Foreman um einaferð, tá hann í 1981 var spurdur av tíðindamanni um "Rumble in the Jungle":

 - Eg mátti hyggja hann í eyguni og siga: "Eg tapti. Hann vann á mær." Áðrenn hetta hevði eg bert hevnd og hatur í huga, men síðan varð tað greitt. Eg fái ongantíð vunnið handan dystin, so eg mátti sleppa honum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. desember
Norðurljóð 9. desember 2024
184876
Mánadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar
184826
Sunnudag 8. desember
Bolero 8. desember
184844
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
184793
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615