Frelsunarherurin við spildurnýggjari sangbók

Frelsunarherurin við spildurnýggjari sangbók
Í hesum døgum hátíðarheldur Frelsunarherurin í Føroyum síni fyrstu 100 ár her á landi, og tað verður millum annað gjørt við eini spildurnýggjari sangbók.
Finngerð Djurhuus Olsen hevur staðið fyri at leggja nýggju sangbókina hjá Frelsunarherinum til rættis
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
27.10.2024 - 15:34

Eitt av megnartøkunum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið er, at Frelsunarherurin hevur fingið ein spildurnýggja sangbók.

- Eg eri takksom, nú eg kann taka ta nýggju sangbókina í hondina, sigur Finngerð Djurhuus Olsen, sum er tann av soldátunum, ið mest hevur fingist við hetta arbeiðið.

Føroyaprent hjálpti til at fáa tað síðsta av uppsetingini upp á pláss, og annars er bókin prentað í Hollandi.

Allir teir 660 sangirnir í nýggju sangbókini eru – sjálvandi, kundi verið sagt – úsettir fyri hornorkestur.

Hoyr samrøðu við Finngerð Djurhuus Olsen her:

2024-10-27-Finngerd-Djurhuus-Olsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 5mf Kvinnur
193606