Útseld í eitt áratal: Narnia-bók er aftur á hillunum

Útseld í eitt áratal: Narnia-bók er aftur á hillunum
Ævintýráhugað kunnu nú gleða seg at fáa fingrarnar í vælumtóktu bókarøðina
Vælumtókta bókarøðin Narnia er nú aftur at fáa
Mynd: pexels.com  
 
23.10.2024 - 07:47

Tvær tær fyrstu bøkurnar í Narnia-røðini eru nú aftur at fáa eftir at hava verið útseldar í nógv ár. 

Talan er um bøkurnar "Systursonur gandakalsins" og "Leyvan, gívurin og klædnaskápið", ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005.

Theodor Hansen týddi seks av teimum sjey Narnia-bókunum úr enskum, meðan Carl Jóhan Jensen týddi Leyvuna, gívrina og klædnaskápið.

Bókarøðin er týdd til 47 mál, og 120 mió. eintøk eru seld kring heimin. Søgurnar úr Narnia eru eisini gjørdar til bæði film og sjónvarpsrøð. 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav allar sjey bøkurnar út á føroyskum millum 2005 og 2010.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762