Strandarlondini samráðast um uppsjóvarfisk

Strandarlondini samráðast um uppsjóvarfisk
Í morgin og mikudagin er svartkjaftur á skánni, hósdagin og fríggjadagin norðhavssild, og mánadagin og týsdagin í næstu viku eru samráðingar um makrel
Strandarlondini hittast í London at tosa um uppsjóvarfisk.
 
14.10.2024 - 06:36

Í hesi vikuni og í teirri næstu fara strandarlondini at samráðast um uppsjóvarfisk.

Í morgin og mikudagin er svartkjaftur á skánni, hósdagin og fríggjadagin norðhavssild, og mánadagin og týsdagin í næstu viku eru samráðingar um makrel.

Samráðingarnar eru í London.

Strandarlondini eru Grønland, Ísland, Noregur, ES, Bretland og Føroyar.

Russland er við í samráðingunum um sildina.

ICES mælir til at minka makrelkvotuna niður í 577.000 tons næsta ár.

Tað eru 22 prosent minni enn tilmælta heildarkvotan er í ár.

ICES mælir eisini til at minka svartkjaftakvotuna.

Tilmælið er 1,4 milliónir tons, sum eru 5,4 prosent minni enn tilmælið í ár.

Men ICES heldur, at ráðiligt er at hækka tilmælið um norðhavssild 3,3 prosent, upp í 402.000 tons í 2025.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386