Vanja heldur vektina við heilivági

Vanja heldur vektina við heilivági
- Fyri meg er Wegovy ein stór hjálp, tí eg havi roynt alt tað vanliga fyri at lætna, sigur Vanja Carlsen, sum síðani 2022 hevur tikið nógv umrødda heilivágin Wegovy.
 
10.10.2024 - 12:03

- Eg havi roynt alt tað vanliga fyri at lætna, men tað vísir seg, at eg havi torført við at halda vektini niðri, har hon helst skal vera, tá hugsað verður um heilsuna.

Soleiðis sigur Vanja Carlsen, sum er ein av teimum, ið brúkar heilivágin Wegovy fyri at lætna. Síðani 2022 hevur Vanja hvørja viku tikið heilivágin, sum ger, at hon ikki merkir svongd eins og áður og heldur ikki í heilum mungar eftir mati.

- Fyri meg er tað gott, at eg missi hugin at eta, tí á tann hátt lætni eg. Eg havi eitt krevjandi starv, har eg arbeiði í skiftandi vaktum bæði nátt og dag, og tað ger, at tað er avbjóðandi fyri meg at hugsa um mat, telja kaloriur og eisini at skula venja nógv, sigur Vanja Carlsen og leggur afturat, at aðrir fyrimunir eru eisini:

- Eg havi brokk í vælindinum og havi havt trupulleikar við svøvnapnø orsakað av høgu vektini, men alt tað er nógv betri nú, sigur Vanja Carlsen.

Hon dylir tó ikki fyri, at vansar eru við hesum heilivágnum.

- Eg eri blivin heldur ókreativ, tá tað snýr seg um at gera mat, og eg kann sum heild ikki eta eins nógv, og eg kundi fyrr. Á eini matstova kann eg aloftast bara eta ein forrætt, tí eg klári heilt einfalt ikki at eta meira. Harafturat ger Wegovy, at sodningin gongur í seinna lagi, og eg má taka magnesia fyri at halda maganum koyrandi, sigur Vanja Carlsen. 

Í morgunsendingini greiðir Vanja Carlsen frá sínum royndum við klænkiheilivágnum.

Um mánaðaskiftið apríl-mai í ár brúktu 2,8 prosent av fólkinum í Føroyum yvir 18 ár antin Ozempic eller Wegovy, vísir frágreiðing hjá Landslæknanum. At áhugin fyri klænkiheilivágnum er vaksandi, sæst aftur í frágreiðingini, tí frá januar í fjør til apríl í ár brúktu yvir 500 prosent fleiri fólk í Føroyum heilivágin Wegovy.

1701572

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. desember
Norðurljóð 9. desember 2024
184876
Mánadag 9. desember
Góðan morgun Føroyar
184826
Sunnudag 8. desember
Bolero 8. desember
184844
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. desember
Andakt við Tummasi Jacobsen
184812
Sunnudag 8. desember
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
184793
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615