
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sálarlíðing er ikki so svørt og hvít, sum fólk halda

"Tá tú spyrt meg, hvussu tað ávirkar mín gerandisdag, at eg til tíðir stríðist við sálarheilsuna, so rakar tú eina høvuðsnerv. Tað kann nevniliga vera sera torført hjá mær yvirhøvur at savna meg um at svara tær, tí mínir tankar arbeiða skjótari enn hendurnar."
Orðini eigur 27 ára gamla Jóna Holm Kristoffersen úr Havn, sum í løtuni gongur á listaháskúla í Holbæk í Danmark.
Fyri skjótt trimum árum síðani fekk Jóna staðfest ADHD. Heilt frá barnsbeini hevði hon smáar tvangsgerðir, ið tó hava verið ein ábending um, at okkurt var galið.
"Eg minnist, at eg sum barn hugsaði, at um eg vaski hendurnar eina ferð afturat, so kundi tað kanska ávirka okkurt, ið var uttan fyri mítt kontrol. Eg skilji nú, at tað hevur verið ein roynd hjá mær at nøkta mín tørv til at hava kontrol á umverðini - ein máti at halda mær sjálvari skák í mát.”
Manglaði onkran at spegla sær í
Í sambandi við, at tað í dag er altjóða sálarheilsudagur, hevur Jóna lagt eina støðudagføring út á sínar vangar á Instagram og Facebook, har hon greiðir frá, at tað eru dagar, har hon hevur tað svárt sálarliga.
"Eg havi valt at vera opin um mínar avbjóðingar við sálarheilsuni fyri at varpa ljós á, at sálarsjúka og sálarlíðing ikki eru so svørt og hvít, sum fólk halda. At mann kann hava góðar og ringar dagar, og at mann ikki er antin sjúkur ella frískur", greiðir Jóna frá.
Jóna Holm Kristoffersen heldur eisini, at tað er umráðandi at vera opin um sítt stríð við sálarheilsuni, so onnur, ið stríðast við okkurt líknandi, hava onkran at spegla sær í.
"Tá eg fekk staðfest ADHD, so manglaði eg sjálv onkran at spegla mær í, tí eg kendi ongan annan, sum tóktist at stríðast við nakað tað sama, ið eg stríddist við."
Kollsigldi í Keypmannahavn
Tilveran hjá Jónu Holm Kristoffersen kollsigldi, tá hon bleiv so mikið gomul, at tíðin var búgvin til at flyta heimanífrá og standa á egnum beinum. Hon flutti til Keypmannahavnar og fór at ganga á lista- og sniðgevaraskúlanum "Vera".
Hóast hetta skuldi vera ein spennandi tíð fyri Jónu, so bleiv tað júst tað øvuta.
"Alt inni í mær steðgaði upp. Eg var von við ein gerandisdag, ið altíð hevði ligið í føstum kørmum við fimleiki, hóndbólti og skúla. Men nú stóð eg brádliga í Keypmannahavn og skilti einki. Eg megnaði ikki at finna høvd ella hala á gerandisdegnum, og í skúlanum fekk eg ikki míni myndahugskot niður á pappírið. Tankanir mólu við fullari ferð runt í høvdinum á mær, og teir fyltu so nógv, at tá eg skuldi fara til verka, so var øll orkan uppi, og eg fekk einki gjørt."
Listaverk eftir Jónu Holm Kristoffersen
Avbyrgdi seg
Jóna upplivdi, at gerandisdagarnir gjørdust myrkir og tungir. Tankanir ótu alla hennara orku, men teir mettaðu hana eisini, sum hon málber seg.
Hon avbygdi seg frá umheiminum og lætnaði tíggju kilo.
"Eg kláraði at koma upp um morgunin og lata meg í eina masku, sum kundi fjala myrkrið, ið hevði yvirtikið mítt likam. Maskan gjørdi, at eg kundi fara í skúla, men so skjótt sum klokkan var vorðin 16, so súkklaði eg heim og setti meg inn í kamarið. Har bleiv eg sitandi í myrkri og stardi inni í veggin í fleiri tímar."
Skeivt diagnostiserað
Heimafturkomin til Føroya savnaði Jóna Holm Kristoffersen sær mót til at fara til lækna og biðja um at fáa sálarfrøðiliga hjálp, men tað var ikki bara sum at siga tað.
"Læknin hevði ilt við at síggja fram við ímyndaðu maskuni, ið eg var í, og brúkti sum eina verju. Eg var noydd at fara til læknan fleiri ferðir, áðrenn eg bleiv tikin í álvara."
Orsøkin til sálarlíðingina hjá Jónu Holm Kristoffersen er rótfest í hennara ADHD.
"ADHD hevur nógvar avleiðingar við sær, eitt nú síðugreinar sum OCD (tvangstankar), tunglyndi og angist. Øll hesi tingini vóru eisini tey, ið fyltu mest hjá mær, og vóru eisini beinleiðis orsøkin til, at eg fyrst bleiv skeivt diagnostiserað við tunglyndi," greiðir hon frá.
Jóna vísir á, at ein orsøk til, at nógvar kvinnur blíva skeivt diagnostiseraðar er, at tað er ikki granskað líka nógv í kvinnum og ADHD, sum tað er í monnum og ADHD.
"Sjálv havi eg verið sjúkrameldað við strongd sum 25 ára gomul, tí kroppurin orkaði ikki meira."
List eftir Jónu Holm Kristoffersen
Eftirapaði ímyndini av sálarsjúkum
Jóna Holm Kristoffersen heldur, at vit hava eina alt ov einstáttaða fatan av, hvussu eitt menniskja, ið stríðist sálarliga, skal síggja út.
"Vit vænta, at tey eru tung í huga, grá og hava lítið yvirskot til nakað og slett ikki til at smílast."
Sjálv hevur Jóna ofta kent seg misskilta, ja, sjálvt tá hon fór til læknan at fáa hjálp, bleiv hon misskilt.
"Eg hevði ilt við at fáa læknan at skilja, at inni í mær kendist tað, eins og heimurin var brotin, og at eg orkaði ikki at bera ta kensluna longur. Men eg hevði verið í bað, sminkað mær og latið meg væl í, áðrenn eg fór til læknan. Tí helt hann ikki, at eg sá út til at vera so sjúk og illa fyri, sum eg segði, at eg var."
Jóna fekk ikki røttu hjálpina frá læknanum, fyrr enn hon eftirapaði almennu fatanina av, hvussu ein við sálarlíðing eigur at síggja út.
"Tá eg møtti upp hjá læknanum uttan sminku, skitnum klæðum og ongum smíli og orku at tala mína søk, so bar til. Men tað eigur og skal ikki vera neyðugt at gera tað fyri at fáa hjálp", heldur Jóna Holm Kristoffersen.
Broyta einstáttaðu fatanina av sálarsjúku
Jóna vónar, at hon, við at tosa opið um ADHD og sína sálarlíðing, kann vera við til at broyta hesa einstáttaðu fatanina av sálarsjúku og sálarlíðing.
"Øll sálarstríð eru ymisk og samansett, og einki er eins. Tað skal vera rúm fyri øllum, og at vit seta okkum fyri at skilja hvørt annað og ikki vera so skjót at døma ella seta fólk í bás. Og so skal tað ikki kennast farligt at vera opin um sálarsjúku og sálarlíðing", hugleiðir Jóna Holm Kristoffersen.
"Um eg kann fáa bara ein, ið hevur verið í somu støðu sum eg, at kenna seg minni einsamallan og tora at biðja um hjálp, so er tað meir enn nokk fyri meg."