Fundur um svar frá Ingilín

Fundur um svar frá Ingilín
Seinnapartin í dag fer landsstýrismálanevndin at viðgera svarið, hon fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um fyribilsniðurstøðuna hjá nevndini
Samgongan hevur tvey fólk í landsstýrismálanevndini.
 
10.10.2024 - 07:21

Seinnapartin í dag fer landsstýrismálanevndin at viðgera svarið, hon fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um fyribilsniðurstøðuna hjá nevndini.

Svarið er 36 síður.

Fyribilsniðurstøðan er tann sama sum hjá Landsgrannskoðanini, hon er, at nógvar og týðiligar ábendingar eru um trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum. 

Ingilín D. Strøm segði í løgtinginum, at hon ongar ábendingar hevði um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum.

Á skránni hjá landsstýrismálanevndini er eisini hin klagan, sum nevndin hevur.

Hon er um landsstýrismannin Dennis Holm.

Har hevur nevndin ikki gjørt fyribilsniðurstøðu enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162