Bumba kommandostøð við eitt sjúkrahús í Beirut

Bumba kommandostøð við eitt sjúkrahús í Beirut
Fleiri fólk lótu lív og vórðu særd, tá ein ísraelsk rakett rakti eina kommandostød hjá Hizbollah, sum var í eini mosku við eitt sjúkrahús í Beirut
Ísrael hevur hert álopini á Beirut
Mynd: Louisa Gouliamaki/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.10.2024 - 11:33

Ísrael heldur á at bumba mál í Libanon, og boðar í morgun frá, at rakettir hava rakt eina kommandostøð hjá Hizbollah í Suðurlibanon.

Hetta skrivar ísraelski herurin á miðlinum X, sambært BBC.

Kommandostøðin lá nær við eitt sjúkrahús og libanesiskir myndugleikar siga, at fleiri heilsustarvsfólk lótu lív í álopinum. Ísrael sigur, at kommandostøðin lá í eini mosku, sum var partur av sjúkrahúsinun. 

Av tí at fleiri álop hava verið við sjúkrahús og heilsumiðstøðir, eru fleiri latin aftur, tí starvsfólk tora ikki at fara til arbeiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891