Róðrarsambandið aftur á beinari kós

Róðrarsambandið aftur á beinari kós
Nevndin í Róðrarsambandið Føroya er fullmannað eftir eykaaðalfundin í gjár. Leingi sá annars út til, at RSF fór at enda í leiðsluloysi
 
01.10.2024 - 10:18

Róðrarsamband Føroya er aftur á beinari kós.

Á eykaaðalfundi mánakvøldið var nýggj nevnd vald, og nú siglir sambandið aftur við øllum árum í sjónum. Eftir fleiri ár við fýra limum í nevndini, eydnaðist at velja fulla nevnd - seks fólk. 

Petur Hansen er nýggjur formaður í RSF. Hann avloysir Anniku Dalsgarð, sum hevur sitið síðan 2016. Nýggj næstforkvinna er Vár Guriardóttir Hansen. Hon tekur við eftir Elsu Magnussen. Bæði vóru einmalt vald av teimum 19 feløgunum, sum høvdu valrætt á fundinum.

Hini í nevndini eru Mira Winther Klit, Rebekka Jacobsen, Henrik Rahbek og Unn Eldevig Petersen. Eykalimir eru Jógvan S. Midjord og Elias Zachariassen.

 - Arbeiðið hjá sambandinum hevur verið í rúkandi menning seinastu árini, og tað sæst aftur í vaksandi áhuganum hjá okkara ungdómi at luttaka í kapp- og inniróðri, skrivar RSF og takkar samstundis fráfarandi nevndarlimunum.

 

Vandi fyri leiðsluloysi

Fyri einari viku síðan sá annars út til, at Róðrarsambandið kundi enda í leiðsluloysi. Trý av teimum fýra í nevdini - Annika Dalsgarð, Elsa Magnussen og Hugo Skorastein - vildu øll sleppa úr nevndini av persónligum orsøkum, men tá var áhugin at stilla upp mestsum eingin.

Í 3-2 segði forkvinnan soleiðis:

 

241001_ANNIKA_NET

 

 - Tú kanst ikki koyra eitt samband við einum fólki, og so er tað upp til feløgini, hvat mann so skal gera. Skal mann avtaka Róðrarsambandið? Tað er ein katastrofa, milt sagt. Pínligt, segði Annika Dalsgarð.

Hetta hevur ivaleyst fingið róðrarfeløg og feløg at rakna við, tí næstu dagarnar komu fleiri uppskot inn. Nú er nevndin also fullmannað við seks limum fyri fyrstu ferð í nógv ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Vigdís 3:4
191867
Mikudag 14. mai
Vigdís 4:4
191866
Mikudag 14. mai
Vigdís 2:4
191865

Meira um sama evni

Kappróður