Landsverk stevnir trygging

Landsverk stevnir trygging
Landsverk hevur reist mál ímóti einum tryggingarfelag um endurgjald fyri meirkostnaðinum av Fámjinstunlinum. Tað stendur at lesa í uppskotinum um at hækka játtanarkarmin.
Omanlop í Fámjinstunlinum, hava gjørt, at Landsverk hevur gjørt av at rættarsøkja tryggingarfelag
Mynd: Landsverk  
 
27.09.2024 - 20:28

Tryggingin, sum varð teknað áðrenn arbeiðið byrjaði, er ætlað til møguligar hendingar í sambandi við tunnilsgerðina, og har hava hendingar verið, ið fáa Landsverk at seta fram eitt krav.

- Nøkur omanlop hava gjørt, at vit hava gjørt av at rættarsøkja, sigur Sigurð Ólason Vang, deildarleiðari á verkætlanardeildini hjá Landsverki. 

Í vikuni kom Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í løgtingið við uppskoti um at hækka játtanina til Fámjinstunnilin. Hann biður løgtingið um 33 milliónir krónur aftrat til tunnilin, sum nú verður mettur at kosta 285 milliónir krónur.

Fámjinstunnilin er 1,2 kilometrar langur, og harumframt skal gerast ein kilometur av vegi Ørðavíkarmegin og umleið 400 metrar av vegi Fámjinsmegin.

Hoyr samrøðu við Sigurð Ólason Vang her:

2024-09-27-Sigurd-Olason-Vang

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117