Varðhaldsfongslaður fyri at senda barnaporno á netinum

Varðhaldsfongslaður fyri at senda barnaporno á netinum
Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og fer at gera fleiri kanningar
Føroya rættur.
 
24.09.2024 - 15:04

Ein maður í 30-unum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at senda barnapornografiskt tilfar á netinum. 

Maðurin, sum var tikin í gjár, var skuldsettur fyri  brot á ásetingarnar í revsilógini, sum snúgva seg um at hava í varðveitslu og undir serliga skerpandi umstøðum at hava breitt út pornografiskt tilfar av børnum.

Gerðirnar eru framdar á internetinum, og børnini eru ikki eyðmerkt, sigur politiið. 

Maðurin var í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í dag, og var varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

 

Fleiri kanningar

Kanningardeildin hjá politinum hevur arbeitt við málinum í eina tíð og fer at gera fleiri kanningar.

Teldur og onnur elektronisk tól hjá manninnum verða kannað, um tey geva ábendingar, hvørt brotini eru meira umfatandi, ella talan er um fleiri brot.

Talan er um eitt sokallað "NCMEC-mál", sum er byrjað við, at politiið í Føroyum hevur fingið boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA, um at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum.

Endamálið hjá NCMEC er m.a. at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297