Oljudálking í Grønlandi

Oljudálking í Grønlandi
Eftir at fyrrverandi havrannsóknarskipið “Adolf Jensen” sakk sunnarlaga í Grønlandi, hevur rættilig oljudálking tikið seg upp á fleiri firðum.
Rættilig oljudálking hevur tikið seg upp á fleiri grønlendskum firðum, eftir at “Adolf Jensen” rendi á eitt sker og sakk hósmorgunin
Mynd: 60 North Greenland  
 
21.09.2024 - 10:38

Oljuhinna hevur lagt seg á fleiri grønlendskar firðir nærhendis Nanortalik, á vestursíðuni á suðurendanum á Grønlandi.

Hóast oljusperrur eru lagdar út, har skipið “Adolf Jensen” sakk í fyrradagin, sigur politiið í Grønlandi talan vera um rættiliga oljudálking.

Grønlendska kringvarpið KNR skrivar, at skipið hevði millum 15 og 20.000 litrar av dieselolju í tanganum, umframt einar túsund litrar av motorolju.

“Adolf Jensen”, sum áður hevur verið havrannsóknarskip, rendi hósnáttina á eitt sker og fekk so mikið av skaða, at tað sakk tíðliga hósmorgunin.

Manningin kom snikkaleys frá tilburðinum og fekk bjargað sær til lands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Nýggjastu sendingar í SV