Høgni Egilstoft Nielsen er triði føroyski IM-arin

Høgni Egilstoft Nielsen er triði føroyski IM-arin
Talvið millum Høgna Egilstoft Nielsen og Michael Wiedenkeller endaði við remis
Høgni Egilstoft Nielsen (2. frá vinstru) er triði føroyski IM-arin.
 
20.09.2024 - 18:55

Fyri løtu síðani endaði talvið millum Høgna Egilstoft Nielsen og Michael Wiedenkeller á fyrsta borði í dystinum millum Føroyar og Luksemburg í Budapest remis.

Tað ber í sær, at Høgni hevur rokkið sínum triðja og síðsta IM-normi. Hitt kravið - 2400 í rating - hevur hann langt síðan lokið.

Høgni er triði føroyski IM-arin. Hinir eru John Rødgaard og John Arni Nilssen.

Helgi Dam Ziska vann IM-heitið, áðrenn hann gjørdist stórmeistari.

Sjálvur dysturin millum Føroyar og Luksemburg í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Budapest er ikki liðugur enn. 

Telvararnir á fyrsta borði vóru teir fyrstu, sum gjørdu seg lidnar. Talvið vardi góðan hálvan triðja tíma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. oktober
Brot úr Føroya søgu
181793
Týsdag 8. oktober
Morgunlestur týsdagur 8. oktober 2024
181751
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647